Eftir ætlan skuldi HM í íshokki í ár spælast í Lettlandi og Hvítarusslandi, men eftir trýst frá fleiri pørtum hevur altjóða íshokkisambandið, IIHF, valt at taka vertskapin frá Hvítarusslandi, sum nú ikki sleppur at vera vertur fyri HM-kappingini.
Orsøkin til at Hvítarussland hevur mist vertskapin er, at tað valdar ófriður nógvastaðni í landinum í sambandi við mótmæli um at umstríddi Alexander Lukashenko varð afturvaldur til forseta í landinum á valinum í august.
Upprunaliga var IIHF-forsetin, René Fasel, ikki fyri at taka vertskapin frá Hvítarusslandi, men síðstu tíðina hevur stórt trýst verið lagt á hann og altjóða íshokkisambandið fyri at fáa frátikið Hvítarusslandi vertskapin.
Nøkur av luttakandi londunum søgdu, at tey ikki ætlaðu sær at luttaka um Hvítarussland var vertur, og somuleiðis boðaði høvuðsstuðulin, Skoda, frá, at teir ikki ætlaðu sær at stuðla um Hvítarussland fór at vera vertur.
- Tað er harmiligt, at vit mugu taka vertskapin frá Hvítarusslandi, men vit hava skyldu at veita tryggar umstøður fyri allar luttakararnar, sigur IIHF-forsetin, René Fasel, í einari fráboðan frá IIHF.
Tað er ógreitt, um Lettland nú verður einsamallur vertur, ella um annar HM-vertur skal finnast. Kappingin verður í døgunum 21. mai til 6. juni.