Máttu steðga dystinum

Áskoðarar fóru til hendurs í tiltiknari grannauppgerð í Serbia.

Grannauppgerðin ímillum serbisku stórfeløgini, Partizan Beograd og Crvena Zvezda, eisini kent sum Reyða Stjørna, er ímillum tær ógvusligastu í heiminum. Einki undantak var í gjár, tá ið liðini hittust í landskappingini.


Miðskeiðis í fyrra hálvleiki mátti kendi FIFA-dómarin, Milorad Mažić, steðga dystinum, tí tað var vorðið somikið ófriðarligt á áskoðaraplássunum. Sambært serbiskum miðlum vóru tað Partizan-viðhaldsfólk, sum bardust innanhýsis.


Aðrir miðlar vilja vera við, at Crvena Zvezda-fjepparar høvdu sníkt seg inn ímillum Partizan-fjeppararnar, og at hetta var orsøkin til rokið. 17 fólk vórðu særd og flutt á sjúkrahús.


Dysturin varð steðgaður eina løtu, men hann varð hóast alt spældur liðugur. Hann endaði við 1-1-javnleiki, og harvið varðveitir oddaliðið Crvena Zvezda fjarstøðuna, níggju stig, niður til Partizan Beograd, ið er á øðrum plássi.