Tað var ein heldur sjáldsom sjón, tá ið ein ísbjørn viltist inni á flogvøllin í Kulusuk í Grønlandi skírisdag.
Roynt varð nakrar ferðir at kløkka bjørnina og fáa hana at rýma – millum annað við ávaringaskotum – men tað nyttaði einki.
Tí varð neyðugt at avlíva ísbjørnina, og tað gjørdi ein lokalur veiðimaður, sum skeyt ísbjørnina til deyðis.










