Máttu leypa í havið

Ein tyrla hjá norsku bjargingartænastuni hevur bjargað øllum 14 monnunum av línuskipinum Kamaro, sum eitt sjóverjuskip er í ferð við at toga til lands.

Tey bæði skipini vóru einar 23 fjórðingar úr landi, tá avgjørt bleiv at taka fólkið av tí sleipaða skipinum. Ein tyrla tók 11 av monnunum, men tríggir teir seinastu fingu boð um at leypa í havið fyrst, haðani tyrklan so tók reir upp. Fyri einum góðum tíma síðani boðaði bjargingartænastan frá, at allir menninir vóru bjargaðir.

Tað er ódnarveður har á leiðini við umleið 15 metrar høgari aldu.