Nógv fólk høvdu leitað sær út í gøturnar høvuðsstaðnum í gjárkvøldið at hátíðarhalda ólavsøkuna í framúr góða veðrinum. Men til slík høvi kann tað vera skjótt, at man missur hvønn annan burtur í stóru fólkamongdini.
Um tíggju tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan eina slíka fráboðan um ein tvey ára gamlan drong, ið varð blivin burtur á ólavsøku.
- Leita bleiv væl í økinum og aftaná ein hálvan tíma varð drongurin funnin aftur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Annars letur vakthavandi á løgreglustøðini væl at ólavsøkuni higartil. Fólk hava sum heild skikkað sær væl, hóast ein bilførari tíðliga í morgun bleiv tikin fyri at koyra undir ávirkan av rúsdrekka.
- Harumframt hevur ymiskt verið at gjørt í samband við full fólk, men har hava Samarittarnir enn einaferð gjørt eitt megnar arbeiði at hjálpa, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Máttu leita eftir smádrongi

