Hóast heimadystir í prinsippinum eiga at geva trý stig hjá einum oddaliði, so vóru runavíkingarnir ikki heilt ónøgdir sunnudagin.
- Sjálvandi vildu vit helst vinna. Men tá tað nú ikki gekk, so var javnleikurin sjálvandi tað næstbesta, heldur Óli Hansen, sum er liðformaður hjá NSÍ.
- Eg haldi eisini, at dysturin var merktur av, at hvørgin parturin vildi tapa. Teir koma á odda, men tíbetur megna vit alt fyri eitt at svara aftur. Og eftir steðgin eru báðir partar varnari.
Javnleikurin bar við sær, at EB/Streymur og HB enn eina ferð kundu minka um munin upp til oddin, men júst tey bæði liðini eru ikki tað, sum teir í NSÍ hugsa mest um.
- Sjálvandi er tað stuttligt, um kappingin verður meira spennandi. Og eg skilji eisini á lagnum, at alt fleiri eru farin at tosa um, hvørt tað skal eydnast teimum báðum liðunum at vinna seg heilt fram í oddin. Men hjá okkum er tað framvegis næsti dysturin, sum telur mest. Hesa ferð er tað móti EB/Streymi á útivølli, og tað er fyrst og fremst móti tí dystinum, at vit hava fokus, sigur Óli.










