Máttu heim til børnini

At tað ikki altíð er so lætt at vera mamma og sita í løgtinginum til drúgv orða­skifti, hava vit nú tvey dømi um frá fundinum hósdagin.

Sam­bært Rigmor Dam mátti hon fara av fundinum, tí hon hevði barnaføðingardag heima við hús.
Orðaskiftið um blokkin dró so nógv út, at hon ikki náddi málið um kring­varps­skatt­in. Hóast talan var aðru viðgerð, so brúktu tingfólk fleiri tímar um at togast um fram­tíð­ar­støðu Føroya í ríkinum.
– Eg avtalaði við Gunvør Balle, at hon tók sær av mál­i­num. Síðani clearaði eg við Helga Abrahamsen, sigur Rig­mor Dam.
Sam­bært Bjørt Samuelsen, so noydd­ist eisini hon av fundi meginpartin av hós­deg­num av priv­atum orsøkum.
– Eg clearaði við Elsebeth Mer­­ce­dis, sig­ur hon.
Hetta við at tingfólk »cleara« merkir eftir øllum at døma, at ein sum atkvøður fyri einum máli avtalar við ein, sum atkvøður ímóti, at við­komandi ikki atkvøður fyri at uppviga tann, sum ikki møtir á tingi.
Sos­i­al­ur­in hevur fyrr spurt ting­formannin um, hvussu henda clearing-skip­an er samansett, men ting­for­mað­urin kennir einki til nakra slíka avtalu.
– Tað er trupult at taka inn var­a­fólk í slíkum støðum, tí krav­ið er jú at man fer minst eina heila viku í farloyvi, sig­ur Bjørt Samuelsen.