Møttu einum góðum liði

Vónbrotið var sjálvandi stórt hjá kollfirðingum eftir ósigurin í steypafinaluni ímóti Drátti. Ein av venjarunum, Kristjan Mikkelsen, helt tó, at leikararnir hjá Drátti vóru vælupplagdar henda dagin.
- Tað er sjálvandi eitt stórt vónbrot at tapa enda dystin, men eg haldi virkiliga, at leikararnir hjá Drátti vóru sera væl upplagdir henda dagin. Vit tosaðu nógv um undan dystinum, at blokkarnir fóru at vera avgerandi, og her haldi eg, at blokkurin hjá Drátti gav okkum stórar trupulleikar til tíðir. Vit blivu eisini ov varin í servunum ímóti endanum, og hetta gjørdi, at tær høvdu lættari við at taka ímóti, og tað er sjálvandi spell.
Kristjan segði seg tó føla, at KÍF átti onkran bólt í fimta og seinasta setti, sum tær ikki fingu.
- Eg má tó siga, at eg helt virkiliga, at vit fingu onkra døming ímóti okkum í fimta setti, sum týðiliga átti at verið dømd til okkum, og hetta er sjálvandi nakað, sum ein situr og hugsar um nú. Eg ivist tó onga løtu í, at Dráttur eisini fekk okkurt ímóti sær, og hetta er helst nakað, sum kemur fram, tá man hevur tapt eina steypafinalu, segði Kristjan at enda.