Máttu drekka landið

Í ellivu samdøgur róku Steven Freeman og Mark Smith á havinum, eftir at bátur teirra sakk.

Teir vóru illa á holdum komnir, tá eitt bjargingarskip kom fram á teir og flutti teir á eitt sjúkrahús á einari oyggj úti fyri vietnamesisku strondini. Tá var tann 49 ára gamli avstraliumaðurin Mark Smith lætnaður tólv kilo, síðani hann var farin úr Hongkong hálva aðru viku frammanundan saman við 30 ára gamla vinmanni sínum, nýsælendinginum Steven Freeman.

Teir báðir skuldu sigla tann 65 føtur stóra seglbátin úr Hongkong til Avstralia, men teir høvdu bara siglt eitt lítið samdøgur, tá báturin fór at leka og sakk, skrivar AP. Hetta hendi so skjótt, at teir báðir menninir fingu ikki stundir at taka nakað við sær í bjargingarbátin.

Í samfull ellivu samdøgur róku teir á havinum, og tostin noyddi teir at drekka sítt egna land. Bjargingarbáturin vísti seg at vera sera rankur, so hann holvdist fleiri ferðir. Hvørja ferð endaðu teir í sjónum, men tað eydnaðist teimum at sleppa aftur í bátin hvørja ferð.

Eftir at hava verið á sjúkrahúsinum í Vietnam í fimm samdøgur, sluppu Steven Freeman og Mark Smith haðani, og tað er einki at siga til, at teir fóru beina leið til hús.