Máttu bjarga blaðungum dreingi úr neyð í Tjørnuvík

Seinnapartin í dag mátti bjargingarfelagið á Eiði til verka at bjarga einum blaðungum dreingi, sum var komin illa fyri.

 

Løgreglan sigur, at nakrir dreingir vóru farnir til Tjørnuvíkar at standa á brimfjøl, men tað gekk ikki sum ætlað hjá einum 14 ára gomlum dreingi, tí hann kláraði ikki til lands aftur. Eina løtu sóu tey hann ikki, men so kom hann undan vestara landinum aftur.

 

Undir umstøðum sum eru í dag, rekur nokk so hart út frá landi og drongurin fór eisini longur og longur úr landi. Boð vórðu beinanvegin send eftir bjargingarfelagnum á Eiði, har tey alt fyri eitt drógu bát og fóru eftir dreinginum. Løgreglan sigur, at tað var skjótt at drongurin, sum neyðhelt sær í brimfjølina, varð fingin inn í bátin og førdur til Eiðis. Tey siga, at hann var illa skelkaður av hendingini, men annars var hann væl fyri eftir umstøðunum.

 

Hetta er so ein áminning um, at tað krevur størsta varsemi og umhugsni, áðrenn ein gevur seg í kast við náttúrukreftirnar.