Máttu biða um umbering eftir 1. apríl skemt

Ein útvarpsrás í Ný Sælandi mátti í gjár biða um umbering eftir at hava sent fleiri túsund fólk til konsert hjá Foo Fighters.

 

TDC hildu tað ikki vera stuttligt at fáa skyldina fyri, at Heidi ikki slapp í finaluna í X Factor, og somuleiðis vóru tað nógv, ið gjørdust ill inn á, at Foo Fighters kortini ikki framførdu ókeypis í gjár.

 

Ný Sælendska útvarpssrásin The Rock hevði nevniliga lýst við einari ókeypis Foo Fighters konsert í einum lítlum spælistaði í Auckland.

Men hetta var sjálvandi bert skemt, sum í fyrstu syftu ikki tóktist at hava so nógv upp á seg. Ætlanin var, at um fólk møttu upp, skuldu nakrir plátuvendarar spæla løg hjá kenda bólkinum.

Men fólk vóru sera spent at sleppa á konsertina, og fólk í túsundatali ringdu inn fyri at fáa meiri at vita. At enda mátti verturin Brad King greiða øllum lurtarunum frá, at lýsingin ikki varð meint í álvara, og at tey seku høvdu fingið avleiðingar fyri hendingina.