Máttu at leita eftir tveimum føroyingum í gjárkvøldið

Teir komu ikki fram sum ætlað og tí varð leiting sett í verk

 Beint fyri klokkan 11 í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at tveir føroyingar vóru saknaðir í Skagerak, sum er havið ímillum Noreg og vestursíðuna á Jútlandi í Danmark.

 

Talan var um tveir mans, sum høvdu verið í Kristiansand í Noregi og haðani skuldu teir sigla ein skjóttgangandi gummibáti til Hirtsals á vestursíðuni í Jútlandi, har Norrøna siglur til.

 

Ferðin skuldi taka tríggjar tímar, so teir skuldu vera frammi klokkan hálvgum seks. Men tá ið teir ikki vóru komnir leiðina fram tá ið klokkan var næstan 11, kom órógv á fólk og tey boðaðu frá. 

 

Løgreglan sigur, at leiting varð sett í verk. Tað vóru norskir myndugleikar, sum stóðu fyri leitingini, har eisini danir vóru við. Og tað gekk ikki meiri enn ein góður hálvur tími, so var báturin funnin við báðum monnunum umborð. Veðrið var gott og menninir høvdu tað gott, men teir greiddu frá, at teir høvdu fingið trupulleikar við motorunum og tí komu teir ikki fram.

 

Men teir høvdu rikið nakað, tí tá ið teir vóru afturfunnir, vóru teir staddir nakað uttan fyri Lønstrup, sum er einar átta, níggju fjórðingar sunnan fyri Hirtshals.