Klokkan tvey í nátt komu boð til Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag um at ein útróðrarbátur var komin í neyð eystan fyri Suðuroynna. Hann hevði fingið ein trolklodda, sum rakst í sjónum, um skrúvuna, men tað var so nógv, at teir fingu tað ikki av aftur sjálvur.
Claus Olsen, formaður í Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sigur, at teir fóru tríggir mans við bjargingarbátinum, Royndini, av stað og hóast tað var greytasvart í mjørka, gekk tað væl at finna bátin.
Tað gekk eisini væl at sleipa hann heim aftur. Veðrið var gott, so tað var ongantíð vandi á ferð og góðar tveir tímar seinni vóru teir á Hvalba við útróðrarbátinum, har teir síðani fingu skorið trolið av skrúvuni aftur.