Fjórða árið á rað er týski kanslarin, Angela Merkel, kosin at vera heimsins máttmesta kvinna. Men politiskir eygleiðarar seta spurnartekin við, hvussu máttmikil hon í veruleikanum er.
Teir vísa á, at hon stendur á odda fyri einari stjórn, har annar parturin rópar um vantandi sparingar, meðan hin parturin krevur skattalættar.
Haraefturat er tað ein sannroynd, at stjórnin hjá Angelu Merkel noyðist at læna minst 645 milliardir krónur næsta ár fyri at fáa endarnar at røkka so dánt saman. Og støðan er lítið mætari í landspørtunum og kommununum, siga eygleiðararnir.










