MíttLand verður í kvøld

Átta kend føroysk tónleikanøvn fara á pallin í Amager Bio í kvøld, tá triðja útgávan av MíttLand verður

Í kvøld klokkan 20, danska tíð, byrjar triðja útgávan av føroyska tónleikatiltakinum, MíttLand, og hildið verður fram til klokkan trý í nátt.

Hesaferð er MíttLand í Amager Bio, nærhendis Oyrasunds-kollegiinum, í mun til at tað tær báðar undanfarnu ferðirnar í 2013 og 14 var á Femøren.

Ein annar munur er, at tað tá var skipað sum uttandura tónleikatiltak, men hesaferð verður innandura á einum kendum spælistaði í danska høvuðsstaðnum.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Evi Tausen, sum er ein av fyrireikarunum og eisini sjálv skal á pallin.