MíttLand aftur á skrá

Føroyski tónleikafestivalurin í Danmark verður hildin aftur í ár, eftir at hann varð avlýstur í fjør

Føroyski tónleikafestivalurin í Keypmannahavn, MíttLand, er upprisin aftur.

 

Eftir at festivalurin varð avlýstur í fjør, er hann komin aftur á skrá í ár. 1. oktobur verður MíttLand hildið í Amager Bio.

- Amager Bio er eitt tað besta og mest umtókta spælistaði í Danmark og er tað okkum ein stór æra at halda MíttLand har í ár, sigur Gudmundur Djurhuus, sum er ein av fyriskiparunum.

 

Átta føroyskir tónleikabólkar fara á pallin hetta kvøldið. Væl umtóktu Danny & the Veetos eru kanska at meta sum høvuðsnavnið, men hini eru eisini væl kend nøvn, sum í størri ella minni mun hava gjørt um seg á føroyska tónleikapallinum seinastu tíðina.

 

Skráin er umfatandi og fevnur um bæði popp, country og rock. Lena Anderssen, Hallur Joensen, Evi Tausen, Eyðun Nolsøe, Jens Marni Hansen, Signar í Homrum og 200 eru hini, sum vera at hoyra á MíttLand í Amager Bio.

 

Seinasta MíttLand var í 2014. Tá boðaðu fyrireikararnir eftir festivalin frá, at millum 250.000 og 500.000 krónur vóru stolnar úr kassanum. Ein av fyrireikarunum var ákærdur fyri stuldurin, men fyrr í ár varð viðkomandi fríkendur í Københavns Byret.