SAMRØÐA
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Boys in a Band hava fingið nýggjan bassleikara eftir at tann fyrri, Símun Skorastein, gavst í bólkinum í august mánaða. Nýggi bassleikarin eitur Sakaris Joensen og hevur spælt í væl umtóktum bólkum so sum Lama Sea, Guðrið Hansdóttir og The Story Ends. Harumframt er hann partur av elektronisku verkætlanini High Hat, ið hann hevur saman við Janus Rasmussen úr Bloodgroup. Og so ger hann eisini egnan elektroniskan tónleik undir ógvuliga jarðbundna navninum Sakaris.
Sakaris er sonur Martin Joensen og hevur eisini frá degi til dags givið sær tíð til at spæla saman við pápanum á ymsum konsertum. Eitt nú á ársins G! Mini og ólavsøkukonsert. Nú er hann so nýggjasti limurin í Boys in a Band og spældi seinasta leygardag sína fyrstu konsert við bólkinum í Reinsarínum.
Hví hava Boys in a Band fingið nýggjan bassleikara, og hví hava tit valt júst Sakaris?
PZ: Símun hevði ikki hug meira, so hann segði upp. Vit respektera allir avgerðina hjá honum. Sakaris hava vit møtt og tosa ofta við, tá vit hava verið í býnum.
SJ: Eg havi eisini verið til nógvar konsertir hjá Boys in a Band, tí at mær dámar væl tónleikin. Og eg haldi, at vit bara kennast púra nátturligt ígjøgnum tónleikaranetverkið her. Haldi faktiskt, at allir føroyskir tónleikarar kenna hvønn annan.
PZ: Tá Símun segði upp, hugsaðu vit allir beinanvegin um Sakaris. Hann var tann mest ideelli, og tá vit spurdu hann, var hann ógvuliga optimistiskur. Vit hava síðani vant tríggjar ferðir vit honum, og hava verið fullkomiliga blástir umkoll, ja faktiskt bara flent, tí hann passar so perfekt inn og dugir allar sangirnar beinanvegin.
SJ: Eg hevði lurtað nógv eftir fløguni frammanundan, so eg dugdi faktiskt teir flestu sangirnar, áðrenn vit vandu fyrstu ferð. Men also... hetta er jú ikki jazzur, talan er um, so tað gekk skjótt at læra at spæla tónleikin hjá teimum.
PZ: hjá okkum!
SJ: Á ja. Hjá okkum.
Hvussu er tað at koma uppí ein bólk sum Boys in a Band, og hvussu ávirkar tað hini tónleikaprojektini, ið ein hevur koyrandi?
SJ: Eg skuldi faktiskt til Odense tann 1. september at lesa multimediadesign. Eg var eitt sindur fastur her og visti ikki, hvat eg vildi, so eg valdi bara tað, sjálvt um eg ikki visti so nógv um tað. Nakrar fáar dagar áðrenn eg skuldi fara avstað, ringdi Pætur og spurdi, um eg hevði hug at koma í bólkin hjá teimum. Tað leiddi meg til ein nokso intensan krossveg, men eg fann skjótt útav, at eg vildi royna meg við Boys in a Band. Eg var alt ov hálvhjartaður viðvíkjandi at fara til Odense, men við Boys in a Band fekk eg møguleika fyri at gera tað, ið eg ordiliga vil og tími. Eg var longu farin úr bólkinum hjá Guðrið, tí eg skuldi niður at lesa, og visti ikki heilt, hvussu tað bleiv við The Story Ends. Men so havi havi eisini onnur síðuting so sum High Hat, ið eg ætli at blíva við at hava koyrandi.
Er tíð og pláss til, at mann sum limur í bólkinum kann gera onnur ting eisini?
PZ: Vit eru ikki so heilagir, men hava altíð sæð bólkin hjá okkum sum eitt projekt. Og hevur mann yvirskot, skal mann sjálvandi gera onnur ting eisini. Vit byrjaðu Boys in a Band soleiðis og fara altíð bara at taka tað, sum tað kemur. Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at mann hevur entusiasmuna við sær, og at mann er við, tí at mann tímir, og ikki tí at mann er noyddur. Og so skal mann helst eisini hava humor og kunna taka tingini við einum smíli. Bara mann er tann, sum mann er. Og tað er Sakaris, umframt at hann passar ordiliga væl inn í bólkin.
Hvussu stuttligt er tað at vera við í Boys in a Band?
SJ: Eg eri blivin móttikin við totalt opnum ørmum. Longu nú kenni eg meg ordiliga væl tilpass, tá vit venja. Og tað gjørdi eg eisini leygarkvøldið, tá eg spældi mína fyrstu konsert við bólkinum. Eg dyrkaði orkuna, sum var á pallunum. At teir hugdu meg beint í eyguni og vístu mær 100 prosent álit. Eisini bara hvussu spontant alt er á pallinum. Tað er eitt serligt slag av lívi í; alt kann henda. Áðrenn tú veist av, hevur Pætur blakað mikrofon stativið frá sær og prædikar sum eitt ørt runt á pallinum. Ella er Heini knapliga lopin av pallinum og er farin at dansa runt við gittarinum millum fólkini. Teir duga óvanliga væl at skapa kontakt við bæði hvønn annan og við fólkini, ið eru til staðar.
PZ: Tað má vera nakað torført at koma uppí ein bólk. Eg havi ikki roynt tað sjálvur, men eg ímyndi mær, at tað er umleið líka sum at koma í eitt forhold knapliga. Men eg haldi, at eg tosi fyri okkum allar, tá eg sigi, at Sakaris passar perfekt inn í heildina.
SJ: Eg eri í hvussu er ógvuliga hugtikin av álitinum, sum teir hava víst mær, og sum allir vísa hvørjum øðrum. Har er eingin óvissa, men allir arbeiða saman í fullum áliti. Tað havi eg ikki roynt fyrr. Ikki so ógvusliga í øllum førum.
PZ: Hetta er eisini nakað, ið vit hava arbeitt miðvíst eftir, síðani vit byrjaðu sum bólkur. Tú mást nevniliga hava álit á tínar bólkalimir, og tú mást sjálvur tora at geva teimum ábyrgd. Tað tekur tíð at uppbyggja hetta álitið, men er alneyðugt, um tú skalt kunna framføra væl og kenna teg tryggan við at standa á pallinum. Vit merktu beinanvegin leygarkvøldið, tá vit framførdu fyrstu ferð við Sakaris, at vit kunnu líta á hann.
Hvussu fer limaskifið at ávirka image'ið hjá Boys in a Band?
SJ: Eg síggi hetta bara sum nakað heilt annað. Tað hevði ikki borið til hjá mær at gingi í nøkrum fótasporum, tí tað hevði ikki blivið tað sama óansæð.
PZ: Ja, vit ganga høgt uppí, at mann skal vera náttúrligur og vera tann, sum mann er. Ting broytast alla tíðina, og tað ger tónleikur eisini. Poengið við at vera ein bólkur, er, at mann er saman um tað, er saman um at útviklast frá fløgu til fløgu. Og so kann tað faktiskt vera líkamikið, hvør manningin er.
Hvat er málið hjá tykkum?
PZ: Vit vilja sleppa at liva av hesum. Vit tíma ikki nakað annað. Slett ikki multimediadesign og sovorit.
SJ: Ja, eg var gott nokk á einari søkkandi skútu á veg til Odense! Men tað er eitt sindur ringt at siga heilt ítøkiligt, hvat mann vil. Men jú, sjálvandi vil mann fyrst og fremst liva av tí.
PZ: Fríggjadagin fara vit til Íslands at gera okkara fyrsta videolag, sum verður til lagið »Beyond Communication«. Og so skulu vit eisini spæla live í Rás 2 har.
SJ: Hetta er mín fyrsti túrur til Íslands! Tað er í hvussu er eitt ordiliga gott við at vera sloppin uppí.
PZ: Ja, vit ferðast nógv, men tað er eisini partvís tað, sum rokkstjørnu lívið snýr seg um; at mann turnerar og spælir nógv og slítir seg sjálvan upp. Vit fara til Íslands aftur longu í oktober at spæla fýra konsertir á Iceland Airwaces. Í januar/februar skulu vit turnera í Danmark og Onglandi, tá fløgan hjá okkum, Black Diamond Train, verður útgivin í restini av Europa. Vit eru í forhandlingum um ein plátusáttmála í løtuni, men eg kann ikki avdúka enn, hvørjum tað er við.
Hvat verður tað næsta, umframt teir tveir Íslands túrarnar?
PZ: Vit fara millum annað í gongd við at gera nýtt tilfar. Tað er ræðuliga spennandi, tí tað nú verður gjørt við nýggjari samanseting av bólkinum. Nú eru tað hesir fimm, sum skulu skapa ljóðið hjá Boys in a Band, og tað ber slett ikki til at ímynda sær, hvussu tað fer at vera. Faktiskt eri eg nógv spentari uppá hetta enn at gera videolag og spæla á Iceland Airwaves og sovorit. Sum sangskrivari og performari er tað altíð feitast at sleppa at skapa nakað og hugsa »Shit hetta er feitt«. Gott nokk kemur fløgan út umaftur nú, so vit skulu til at spæla alt frá Black Diamond Train umaftur næsta ár. Men tað verður eisini feitt, tí tað verður fyri áhoyrarum, sum ongantíð hava hoyrt tey løgini fyrr. Men eitt, sum er ordiliga deiligt, er, at vit ikki noyðast at venja tey gomlu løgini aftur og aftur, tí at Sakaris dugdi tey beinanvegin. So vit kunnu faktiskt fara beint til at gera nýtt tilfar.
SJ: Eg eri ræðuliga spentur at sleppa at skapa tónleik saman við Boys in a Band. Mær dámar so væl tónleikin hjá teimum, at tað er ordiliga feitt at skula byrja at gera hann saman við teimum. Eg eri spentur at vita, hvat fer at spyrjast burturúr. Havi planir um at lokka teir yvir í at gera elektro, men tað gongur eitt sindur seint við tí.
PZ: Inntil víðari eru vit komnir til eina semju um eitt ella annað slag av kountry-elektro.
SJ: Ja, tað nærkast.
PZ: Men seriøst haldi eg, at tað kann gera tað sama, hvønn stíl ein skapar. So leingi tú heldur konseptið reint, kanst tú saktans broyta ljóð frá fløgu til fløgu. Black Diamond Train hevur eitt ljóð, og tann næsta kemur at hava eitt annað. Tað er eisini tað, sum eg haldi ger bólkin góðan; at vit kunnu skapa nýtt uttan at renna okkum fastar í eitt. Tað ger tíðina fyri framman eyka spennandi, tí vit vita ikki enn, hvar tað fer at leiða okkum.
Í løtuni er ein myndakapping á myspace síðuni hjá Boys in a Band. Tú skalt leggja eina mynd, sum tú sjálv/ur hevur tikið av bólkinum út á tín profil og tagga Boys in a Band á henni. Tann, sum vinnur, fær eitt signerað eintak av Black Diamond Train, eina plakat av bólkinum og heiðurin av at fáa sína mynd brúkta sum profilmynd á profilinum hjá Boys in a Band.
myspace.com/boysinaband
SJ: Samdur.