Seinnapartin í gjár hendi eitt ferðsluóhapp Millum Fjarða.
Ein bilur koyrdi í skeivari koyribreyt, og ein mótkoyrandi bilur noyddist at víkja. Hann kom so langt út í koyribreytina, at hann misti tamarhaldið á koyringini,
fór sendandi yvir í hina breytina og út av vegnum.
Hesin bilførarin fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum, men hann fekk ikki álvarsligan skaða, sigur politiið.