Mátti spyrja Óla hvørjum armi liðskiparabandið skuldi á

Rógvi Joensen gongur í fótasporunum hjá pápa sínum, Pól F. Joensen, og er liðskipari hjá TB. Tað er ikki oftari enn so, at liðskiparin á einum liðið er helvtina so ungur sum aldursforsetin á liðnum

KÍ 3 (1)
TB 0 (0)

Tróndur Arge

Rógvi Joensen er tjúgu ára gamal, meðan Óli Jóhannesen er 40 ára gamal og hevur spælt met nógvar lands­dystir fyri Føroyar. Alíkavæl er tað tjúgu ára gamli miðvallarin við tíggju tal­inum á rygginum, sum berur liðskiparabandið hjá TB.
– Óli er liðskiparin á vøll­inum, staðfestur Rógvi Joensen eftir dystin í Klaks­vík. KÍ vann 3-0 og tað var uppi­borið, men TB hevði sínar møguleikar. Tað kundi verið øðrvísi um TB skoraði upp á sínar møguleikar í fyrra hálvleiki.
Tað var sermerkt at síggja ein ungan mann renna á miðvøllinum við lið­skipara­bandinum um vinstra arm, tá eitt nú Óli Johannesen, ein legenda í føroyskum fótbólti, var í verjuni. Í TB hava tey stóra tiltrúgv til ungu spælararnar og tora at vega teimum ábyrgt. Ein kundi sikkurt sagt, at hetta er týpiskt Hans Fróði Hansen, at gera okkurt heldur óvant.
– Hans Fróði kom yvir til mín eina venjing beint áðrenn fyrsta venjingardystin, og segði at eg skuldi verða lið­skipari, greiður Rógvi frá eftir dystin í Klaksvík.
So er spurningurin hvussu tað ber til, at Rógvi er lið­skipari hjá TB?
– Tað má nokk verða tí at eg havi vent hvørja ferð og gevi alt tað eg kann. Óli hevur ikki so nógv eftir, so vit mugu læra at taka ábyrgd. Annars er Óli liðskiparin á vøllinum og til venjing, men so lærir tú av honum og Hans Fróða, sigur Rógvi Joensen.
Rógvi hevur lært nógv av Óla og hinum, men tað fyrsta hann mátti læra var hvørjum armi liðskiparabandið skuldi verða á.
– Eg mátti spyrja Óla hvørjum armi liðskipara­band­ið skuldi á, sigur Rógvi og smíl­andi.
lagið er ikki so ringt á monn­um sjálvt um teir hava tapt 3-0. Spælið var á góðari leið og glottar eru at hóma á TB liðnum.

KÍ spælistýrandi
KÍ sat tungt á dystinum leyg­ar­dagin. Meinhard Joensen er nýggjur í málinum, meðan verjan er áleið tann sama sum í farnu árini. Atli Danielsen er nýggjur á miðvøllinum, meðan Kristoffur Jakobsen var í vinstru og Álvur Christiansen í høgri.
Gjøgnum allan dystin hevði KÍ bóltin meir, men megnaði ikki at niðurbrota TB verjuna sum hevði 17 ára gamla Teitur Jespersen Olsen í miðverjuni. Hann er lítil av vøkstri, men datt ikki niður í millum.
– Hann er ein klókur verju­spælari. Hann minnir meg um ein ungan Jan Dam, sigur Hans Fróði Hansen, venjari hjá TB, um nýggja ungan mannin undir liðini á Óla Johannesen í miðverjuni hjá TB.
TB hevur tveir stórar møgu­leikar at koma odda, men hvørki Poul Ingason ella Ragnar Tausen vóru neyv­ir í avgerandi løtuni. Hinvegin var Hjalgrím Elttør eirindaleysur, tá ein feilavlevering endaði við at KÍ liðskiparin blívur púra leysur.
KÍ helt fram at trýsta allan dystin og miðskeiðis í seinna hálvleiki kom avgerðin. TB missur bóltin á miðjuni og Hjalgrím er skjótur og sendur Páll A. Klettskarð avstað. Deildi toppskorain frá í fjør var somuleiðis eirindaleysur og skoraði til 2-0.
Tólv minuttir fyri tíð stðafesti Álvur Christiansen sigurin eftir uppspæla frá Hjalgrími í vinstru. Hjalgrím bleiv í gjár úttikin til A-landsliðið. Passandi, tá hugs­að verður um avrikið hjá honum.
KÍ vann uppiborið, meðan avrikið hjá TB var gott nokk til at hava góðar vónir til rest­ina av kappingini.
– Eg ætli mær at spæla í TB í nógv ár afturat, sigur Rógvi Joensen at enda. So líkt er til, at TB viðhaldsfólk og fótbóltsføroyar koma at síggja nógv til mannin við tíggju talinum og liðskipara­bandinum hjá TB.
trondur@sosialurin.fo