Um sama mundi sum Dannebrog kom siglandi inn gjøgnum Nólsoyarfjørð í gjáramorgun, fekk MRCC eina fráboðan um, at eitt seksmannafar var steðgað upp og hevði tørv á hjálp.
- Tað var klokkan 8.26, at vit fingu fráboðan frá løgregluni um, at eitt seksmannafar var steðgað upp í ein landnyrðing úr Mjóvanesi. Vit lótu síðan boðini víðari til Rescue Lív, ið fóru út at hjálpa, upplýsir vakthavandi á MRCC-støðin.
Vakthavandi upplýsir, at veðrið var hampiligt í gjár og var ongin vandi á ferð fyri hvørki manning ella bát, ið blivu sleipað til Havnar.
- Klokkan var 10.25, tá vit fingu boð um, at nú var Rescue Lív komin aftur til Havnar, upplýsir vakthavandi.










