Boð vóru í gjár eftir Rescue Sverra, ið er bjargingarbáturin hjá Vága Bjargingarfelag, aftaná ein bátur fekk trupulleikar við motorinum á veg heim til Miðvágs.
Vakthavandi á MRCC-støðini upplýsir, at talan var um ein bát, ið var á veg úr Hósvík til Miðvágs, ið brádliga mátti senda boð eftir hjálp, tá hann var staddur út fyri Trøllkonufingur. Avgjørt bleiv at heita á Rescue Sverra at sleipa bátin inn á Miðvág.
- Rescue Sverri fór úr Miðvági klokkan 18.33 og longu klokkan 19.20 fingu vit boð um, at hann aftur var standby í Miðvági, upplýsir vakthavandi.