Mátti slíta tingfundin fyri vánaliga uppmøting

Á miðdegi mátti løgtingsformaðurin niðurleggja tingfundin, tí so fáir politikar møttu

Tá ið løgtingsfundur varð settur í morgun, vóru munnligir fyrispurningar á skránni. Tað merkir, at løgtingslimir hava høvi at seta landsstýrisfólkum og nevndarformonnum spurningar, sum skulu svarast uppá standandi fót.

Vanliga er hugurin at spyrja rættiliga stórur og tingfundir, sum hesir, plaga at vara ein heilan dag.

Eisini í dag vóru nógvir spurningar á skránni.

Men tá ið bara tveir spurningar vóru svaraðir, mátti løgtingsformaðurin leggja fundin niður, tí hann staðfesti, at hvørki landsstýrisfólk, sum skuldi svara spurningum, vóru ikki møtt og heldur ikki tingfólk, ið høvdu boðað frá spurningum, vóru møtt á fundi.

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, átalaði, at tað skuldi era neyðugt at leggja løgtingið stilt, tí politikarar møta ov illa upp.

Hann segði, at hann kundi gjørt av at enda fundin, so at ongir fleiri spurningar vórðu bornir fram.

Men hann gjørdi kortini av at niðurleggja fundin fyri at geva tinglimum, sum skuldu spyrja, høvi til at møta upp og somuleiðis teimum landsstýrisfólkum, ið skuldu svara.

Og tá ið tingfundurin hevði verið niðurlagdur ein hálvan tíma, var so frægt av politikarum møttir, at Løgtingið kundi taka arbeiðið uppaftur