Møtti manninum í Mikladali

Mikladalur hevur eitt serligt pláss í søguni hjá nýggja ríkisumboðnum. Tað var har, tað rann saman millum hana og mannin


 

Ríkisumboð

Hóast tey bæði eru donsk, ríkisumboðið og maðurin, var tað í Mikladali, at tað rann saman teirra millum. Nú eru tey aftur í Føroyum, her Birgit Kleis tekur við sum ríkisumboð tann 1. november í ár.

Komandi rikisumboðið, Birgit Kleis, varð útbúgvin juristur í 1985 og hevur síðan arbeitt í danska løgmálaráðnum. Tó var hon í tíðarskeiðnum 1986-1988 hjá ríkisumboðnum í Føroyum og er tí ikki heilt ókend her.

Tað var, meðan hon arbeiddi hjá ríkisumboðnum, at ungur maður, Brian Gronemann, kom úr Danmark at vitja kenningar í Føroyum. Felags kenningar teirra Birgits. Og á eini vikuskiftisferð í Mikladali varð so teirra lívsleið løgd.

Birgit Kleis og Brian Gronemann hava tvey ættleidd børn úr Vitenam. Seks ára gamla Thomas og trý ára gomlu Mariu. Thomas fer í skúla í Føroyum, tá tey koma aftur hednanveg seinni í heyst. Hann skal ganga í fyrsta flokki í Kommunuskúlanum í Havn.

Birgit Kleis sigur í tí sambandinum, at tey hava fingið samband við ein føroyskan lærara, sum skal læra børnini føroyskt.

Sjálv dugir hon enn nakað av føroyskum, síðan hon var í Føroyum í áttatiárunum. Men tað ætlar hon sær kortini at bøta munandi um, soleiðis at hon skilir hvørt orð. Hvussu tað verður við at tosa føroyskt, er so ein onnur søga.

?Tó ætli eg at læra meg at siga øll nøvn og tílíkt rætt á føroyskum, sigur nýggja ríkisumboðið.

Birgit Kleis gleðir seg til at taka við starvinum tann fyrsta november. Politiska støðan í løtuni ger tað til eitt sera spennandi starv, sigur hon. Hon ætlar sær at halda somu kós sum undangongukvinnan, Vibeke Larsen, og hon væntar ikki at gerast arbeiðsleys hesi trý árini, skeiðið varar.

Tað eru 10 ársverk normerað hjá ríkisumboðnum, og verða tey í dag røkt av 12 starvsfólkum.