Møtti kamarsfelaganum aftur eftir 45 ár

Nordiska Folkhøgskolan er ein norðurlendskur háskúli í Kungelv. Kungelv liggur stutt norðan fyri Gøteborg. Í ár hava tey aðalfund í Føroyum. Elberg Klettheyggj hevur í hesum sambandi hitt mannin, sum hann hevði kamar saman við í skúlaárinum ´61 til ´62. Aðalfundurin verður í kvøld í handilsskúlanum í havn.

Skúlin opnaði í 1947, og hann er virkin enn. Talan er um ein háskúla, har ið tú hevur møguleika at taka ymsar linjur. Tað eru næmingar úr øllum norðanlondum, sum ganga á skúlanum. Tó kemur tað eisini fyri, at tað eru onkrir næmingar úr øðrum londum.
Ein av næmingunum, sum gekk á skúlanum, var Elberg Klettheyggj. Hann gekk har í skúlaárinum frá 1961 til 1962. Hetta árið vóru seks næmingar úr Føroyum. Tilsamans munnu einir 2000 føroyskir næmingar hava verið á skúlanum, metir Elberg.
- Vit fingu nógvar vinir. Tey flestu vóru úr norðanlondum, men onkur var frá meira fjarskotnum londum. Til dømis var ein úr USA, ein úr Ísrael og ein annar frá Ghana, sigur Elberg.
Kendi kamarfelagan aftur
Elberg var kamarfelagi við ein finna. Hóast Elberg hevur havt samband við nógvar næmingar øll hesi árini, so hevur hann einki samband havt við kamarsfelagan. Men hann er við ferðalagnum í Føroyum nú.
- Tey komu at eta døgurða í Sandvík, og tá hitti eg hann eftur eftir øll hesi árini. Tað var eitt fantastiskt upplivilsi. Hóast eg ikki havi sæð hann í 45 ár, so kendi eg hann aftur beinanvegin, tá ið hann kom úr bátinum, sigur Elberg.
Føroyingar hava eitt næmingafelag, sum er fyri gamlar næmingar á skúlanum. Páll Danielsen er formaður í næmingafelagnum í Føroyum. Næmingafelagið varð stovnað til tess at stuðla skúlanum og at styrkja samanhaldið millum tey, sum hava gingið á skúlanum.
- Skúlin er fyri ung. Tað eru ymsar linjur, ið tú kanst velja. Har er m.a. drama, miðlar og vísulinja. Av teimum, sum hava gingið á vísulinjuni, kunnu nevnast Niels Midjord, Helgi Midjord og Hanus G. Johansen.
- Aftur í ár eru føroyskir næmingar. Vit lýsa onkuntíð í bløðunum eftir næmingum, og vit vóna, at fleiri føroyingar fara á skúlan. Skúlin bjóðar føroyingum helvtargjald, so treytirnar eru góðar, sigur Páll Danielsen.
Gomlu leggjast afturat
Hákunn Torkhildshøj var við til at stovna næmingafelagið. Hann sigur, at felagið styrkir um samanhaldið, og tað er eisini við til at marknaðarføra skúlan. Tað er tvær ferðir um árið, at tað er høvi hjá gomlum næmingum at hittast. Ofta eru nakrir føroyingar við. Aðalfundurin gongur uppá skift millum norðanlondini. 10. hvørt ár verður hann hildin í Føroyum.
- Tað hava verið føroyingar á skúlanum hvørt ár uttan eitt. Tað eru millum ein og seks næmingar hvørt ár. Mest vanligt er, at tað eru tveir føroyskir næmingar, sigur Hákunn.
Hákun hevur verið við í nevndini frá byrjan. Nú kennir hann tað tó sum, at onkur annar skal koma í hansara stað.
- Tað vísir seg sum, at tey ungu gerast ikki so ofta limir í næmingafelagnum beint eftir, at tey hava verið á skúlanum. Tey fara undir víðari lestur og fáa børn osfr. Tað er ikki fyrr enn tey koma upp í árini, at tey leggjast afturat, sigur Hákun.