Fótbóltur
Við nærum 30 hitastigum var talan um mest sum ómenniskjansligar umstøður hjá føroysku spælarunum á Crvena Zvezda leikvøllinum í Beograd, og Egil á Bø ásannaði eisini, at hetta var hart.
- Vit vóru jú støðugt undir trýsti, ov vit mistu sera nógva vætu, so tað var hart at koma ígjøgnum.
Og tú hevði ein stóran mann at dystast við í Zigic?
- Ja. Har vóru ikki nógvir luftbóltar, sum eg fekk fatur á. Tað ráddi meira um at órógva hann, tá bóltar komu innfyri, tí tað er nokk ikki hugsingur um at hoppa somikið høgt, helt Egil.
Men 2-0 í Beograd. Tað er væl eitt úrslit, sum er til at liva við?
- Ja. Tað er tað nokk. Sjálvandi er talan um tvey óluksáliga keðiligt mál, sum teir fáa. Men vit høvdu avtalað, at fyrst og fremst skuldi arbeiðsinnsatsurin vera í lagi, og tað lyftið hildu vit. Tað eydnaðist okkum eisini at taka ferðina úr dystinum, sum vit høvdu ætlað, og so mást tú eisini vera realistiskur. Eitt 2-0 tap her niðri er ikki verri enn ilt, og tað var nokk ikki óuppiborið, at teir vunnu, staðfestir Egil.