Mátti fáa loyvi frá drotningini

Ein forsetavitjan hevur sama tingarstig, sum tá drotningin vitjar Føroyar. Løgmaður hevur ikki loyvi at vera vertur til slíka vitjan, uttan hann er umboð í drotningarnar stað

 

Løgmaður mátti biðja um loyvi frá drotningini, áðrenn hann kundi bjóða seg fram sum vert fyri vitjan forseta Íslands í Føroyum.

Vitjanin hjá Ólafi Ragnar Grímsson, forseta, er á hægsta tingnarstigi. Tað vil siga, at hon er á sama tignarstigi, sum ein konga ella drotningavitjan.

Men løgmaður hevur ikki so høga tign, og kann tí ikki vera vertur, uttan hann er vertur í drotningarnar stað.

Av tí, at Føroyar eru í ríkisfelagsskapi við Danmark, er tað Margreta drotning, ið hevur hægstu tign í landinum, meðan løgmaður hevur somu tign, sum ein forsætisráðharri í øðrum londum.

Íslendski forsetin hevur somu tign, sum drotningin. Tí er tað drotningin, ið formliga eigur at vera vertur fyri almennari forsetavitjan í Føroyum. Og tí mátti løgmaður umvegis Ríkisumboðið fáa loyvi frá Margretu drotning til at vera umboð í hennara stað, nú íslendski forsetin kom á vitjan.