Ein svii ætlaði at gera kvettið og hevði keypt eina rúgvu av øli í Týsklandi, men komin við ferjuni til Rødby á Lollandi, var hann tikin av politinum fyri yvirvekt. Ein 34 ára gamal maður frá Gävle gjørdi ikki tað kvetti, sum hann hevði roknað við.
Hann hevði koyrt allan tann langa veg frá Gävle til Týsklands at keypa øl, og tað hevði hann gjørt í ríkiligum mongdum. So nógv, at tá hann kom í land av ferjuni í Rødby á Lollandi, gjørdi politiið av at kanna bilin.
Talan var um ein Mercedes vørubil, og politiið helt, at hann var lastaður meiri enn loyvt var. Bilurin varð veittraður inn til eftirlitsvigan og tað vísti seg, at bilurin vigaði 1260 kilo meira enn loyvt var.
Hetta merkti, at maðurin fekk eina bót, og at hann mátti lata heilar 148 kassar av øli standa eftir, so hann lógliga kundi koyra heim aftur til Gävle, skriva donsk bløð.