Mátti búgva á sjúkrahúsinum í eitt heilt ár

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í løtuni eru tað tvey fólk, sum eru innløgd á sjúkrahúsi tí tey eru heimleys

Hesi síðstu trý árini hava 19 fólk verið innløgd á sjúkrahúsi tí at tey eru heimleys. Tað upplýsir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Uni Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur spurt hann, hvussu nógv fólk, sum hava verið innløgd á sjúkrahús til viðgerðar, noyðast at verða verandi á sjúkrahúsinum eftir at viðgerðin er liðug, tí tey eru heimleys.

– Tað tykist, sum eingin hevur ábyrgdina, hvørki Heilsumálaráðið ella Almannamálaráðið og av tí sama detta tey heimleysu niðurímillum í skipanini, sigur hann.

– Sum vælferðarsamfelag hava vit til uppgávu at hjálpa teimum, ið koma illa fyri, og tí er tað umráðandi at finna út av, hvussu stórur og umfatandi trupulleikin er, sigur Uni Rasmussen.
Landsstýrismaðurin sigur, at síðani 2017 hava 19 fólk verið innløgd á einum av teimum trimum sjúkrahúsunum longri enn neyðugt, tí onki heim var at útskriva tey til.

Men hann leggur afturat, at talið kann vera hægri, tí tað er ikki allastaðni, at tey hava skrásett hesi tølini so neyvt.

Í løtuni eru tvey fólk innløgd, sum eru liðugt viðgjørd, men sum tað ikki ber til at útskriva, tí tey eru heimleys.

Tað yngsta fólki, sum hevur ligið á sjúkrahúsinum longri enn neyðugt, tí viðkomandi var heimleyst, var fyrst í fjørutunum og tað elsta fólki var 64 ár. Miðalaldurin er 56 ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Og hann sigur, at tey, sum hava ligið á sjúkrahúsi longri enn neyðugt tí tey vóru heimleys, hava ligið á sjúkrahúsi í 76 dagar í miðal.

Tann, sum hevur verið innlagdur longst eftir at viðgerðin varð liðug, var innlagdur í 361 dagar, og sostatt mátti hann búgva á sjúkrahúsi í næstan eitt heilt ár. Onnur hava verið innløgd í styttri tíð, áðrenn ein loysn var funnin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.