Tað er átaluvert, at ein maður máttu bíða í fimm mánaðir eftir at fáa samsýning fyri at ansa konu síni heima. Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður.
Tað er ein maður, sum hevur klagað Veks, tí hann fekk ikki ta samsýning, hann hevði rætt til fyri at ansa konu síni heima.
Veks er samstarvið ímillum Vestmanna, Eiði, Kvívík og Sunda kommunu um eldraøkið. Í hesum føri hevur ein maður klagað um, at hann Veks vildi ikki rinda honum samsýning fyri at ansa konu síni heima.
Veks vísti til, at konan fekk heimahjálp tvær feir um vikuna og tí hevði maðurin ikki rætt til samsýning fyri at ansa henni heima. Men maðurin vísti hinvegin á, at hon var minnisveik og máttu hava fólk hjá sær allan sólarkringin.
Málið varð lagt fyri kærunevndina, sum gav honum viðhald, men Veks vildi kortini ikki rinda manninum samsýningina, sum var 60.000 krónur. Tað gingu heilir fimm mánaðir til maðurin fekk samsýningina.
Løgtingsins Umboðsmaður staðfestir, at Veks hevði skyldu at akta avgerðina hjá kærunevndini og tí átti Veks at havt rindað klagarin samsýningina skjótast gjørligt.
Umboðsmaðurin vísir á, at fyri ein part vóru tað serligar orsøkir til, at avgreiðslutíðin varð so drúgv. Men kortini heldur Umboðsmaðurin als ikki, at tað er nøktandi, at ansingarsamsýningin ikki varð útgoldin klagaranum fyrr enn knappar fimm mánaðir eftir, at kærunevndin tók avgerð í málinum.
Umboðsmaðurin fýltist eisini á, at tað var neyðugt at senda Veks tvær áminningar fyri at fáa eina frágreiðing um málið, og at tað tók VEKS meira enn tveir mánaðir at senda umboðsmanninum skjølini í málinum.