Janus W. Mortensen var gestasangari hjá Jens Marna Hansen, og landaplágan hjá honum, Mítt vakra Føroya land, bleiv ógvuliga væl móttikin av tí vaksandi áhoyrarfjøldini til MíttLand.
Einki er at ivast í, at talan er um eina landaplágu, sum eisini hevur vunnið seg fram millum føroyskar útisetar.
Janus W. Mortensen var ikki einasti gestasangarin hjá Jens Marna, tí Dagfinn Joensen, ið eitt nú er kendur frá Dagfinn og Impulz, var á pallinum frammanundan og framførdi nøkur kend 80'ara hitt.
Fleiri og fleiri fólk savnast nú á Femøren, og lagið blívur bara betur og betur.