Inna Törnroos, samskiftisfólk í Stockholm, svarar spurningum
Hvussu heldur tú summar í ár?
– Vit eru júst komin úr karantenu, sum vit hava verið í 14 dagar í summarhúsininum hjá okkum á Álandi. Av tí at vit eru búsett í Stockholm, er tað sera avmarkað, hvar vit kunnu fara – tá ið koma her til Álands, mugu vit prógva, at vit eiga hús fyri at koma í land. So summarskráin er heldur skerd í ár. Vit høvdu fegin vilja komið ein túr til Føroya í august, men at aftur fara í 14 dagar karantenu orka hvørki vit ella børnini.
Hevur koronusmittan broytt títt summar?
– Ja vit høvdu bílagt ferð till Mallorca við allari familjuni úr Føroyum, men tað varð avlýst. Vit ætladu okkum eisini at flúgva heim til Føroya úr Mallorca – men tað bleiv sjálvandi eisini av ongum.
Ferðing til og út Svøríki hevur verið meira avmarkað enn aðrastaðni – hvussu merkja tit tað?
–Tað eru sera fá fólk, sum fara nakrastadði uttanlands í ár. Fólk vilja ikki seta seg sjálvan og onnur í smittuvanda, og tað eru nógv støð, vit ikki kunnu ferðast til. »Hemester« í staðin fyri ”semester” er vorðið eitt hugtak í Svøríki í summar – fólk eru heima hetta summarið.
Hevur tú nakað yndisstað at halda summarferiu?
– Mær dámar stak væl at vera í summarhúsinum á Álandi, so tað er heppið, at vit sluppu higar. Men tað er keðligt, at eingin av okkara vinum ella familju sleppur at vitja her í ár. At koma ein túr til Føroya á sumri er eitt »mást«, so hetta verður fyrsta ár, eg ikki eri heima um summarið, síðan eg flutti uttanlands 1991.
Er nakað stað úti í heimi, sum droymir um at vitja í komandi árum?
– Eg droymi faktiskt mest um at sleppa til Føroya í løtuni. Tað er oftani soleiðis, at har man ikki kann fara, vil man sleppa! Annars vóni eg av øllum hjarta, at familjuferðin til Mallorca verður komandi ár.