Mítt summar: Heim at njóta frælsið

Sniðgevin Elisa Heinesen svarar spurningum um summar

Miðlahúsið hevur spurt nakrar føroyingar um summarferiuna. Her svarar Elisa Heinesen, sniðgevi í London.

 

Hvussu heldur tú summar í ár?

– Í ár verður summarið hildið heima í London og í Føroyum. Vit hava hugnað okkum í góðveðrinum í havanum, og so hava vit vitjað ymisk lokal støð, har vit ikki hava verið fyrr. Herfyri vitjaðu vit Reigate Hills. Í august gongur leiðin til Føroya. Tríburðarnir, sum nú eru 8 ár, gleða seg nógv at vitja abban og njóta frælsið, sum teir hava í Føroyum. Teir telja dagarnar og tosa nógv um, hvat teir gleða seg til at gera, og hvat teir ætla sær at eta.

 

Hevur koronusmittan broytt títt summar?

– Koronusmittan broytti arbeiðslívið og sosiala lívið rættiliga nógv, men nú samfelagið er latið upp aftur, hava vit aftur havt høvi at bjóða vinum og kenningum heim til okkara, og tað hevur verið deiligt. Okkum dámar væl at undirhalda vinum og familju heima, og nú summarið er í fullum blóma, hava vit etið mangan góðan bita við góðum víni afturvið. Vit hava stóran urtagarð, og tað hevur verið eitt vælsignilsi fyri børnini og okkum í hesu tíð.

 

Hevur tú nakað yndisstað at halda summarferiu?

– Sum barn og ung brúkti eg næstan hvørt summar í Grikkalandi, mest á oyggjunum. Av tí sama havi eg havi hug at vitja Santorini umaftur í nærmastu framtíð.

 

Er nakað stað úti í heimi, sum droymir um at vitja í komandi árum?

– Í framtíðini havi eg hugsað mær at vitja Kruger National Park og Marakesh. Eg havi vitjað nógv støð í arbeiðsørindum, so eg havi eisini ein lista við býum, sum eg hugsi at endurvitja sum ferðafólk. Har ímillum er Sorrento, Seoul og Berlin. Eg ynski øllum vinum og kenningum eitt gott summar.