Kári P. Høgaard, pensjóneraður politikari, svarar spurningum
Hvussu heldur tú summar í ár?
– Lívið sum heild er nógv broytt, eftir at eg valdi at gevast í politikki og gerast fulltíðar pensjónistur, Nú verður trivið í uppgávur heima, sum annars hava ligið á láni, og eg vitji oman í Bátafelagið á Bakka. Konan hevur feriu í august, frítíðin verður hildin í okkara húsum á Lollandi, har vit vitja regluliga.
Hevur koronusmittan broytt títt summar?
– Korona hevur forðað fyri onkrari uttanlandsferð, men annars er ávirkanin mest ótryggleikin og óttin fyri okkara børnum og abbabørnum, sum búgva uttanlands.
Plagar tú at ferðast í Føroyum?
– Eg havi vitjað allar bygdir og býir í Føroyum og allar oyggjar uttan Lítlu Dímun. Vóni at tann møguleikin skjótt verður veruleiki.
Hevur tú nakað yndisstað at halda summarferiu?
– Ja góða veðrið og hitin er orsøkin, at eg gleði meg til frítíðina í Sløsse.
Er nakað stað úti í heimi, sum droymir um at vitja í komandi árum?
– Vit fóru silvurbrúdleypsferð til Margaritha í Caribiska havinum í 1999. Kundi hugsað mær at vitja aftur enn einaferð.