- Tað er í veruleikanum eitt gamalt hugskot at skipa fyri tónleikatiltaki í Danmark. Vit hava havt regattairnar, men tær eru vorðnar heldur útvatnaðar, og tá hevur bert tann eini tónleikarin verið til staðar.
Tað sigur Gudmund Djurhuus, ið er fyriskipari av tiltakinum Mítt Land, ið verður á Femøren á Amager Strand leygardagin 28. september.
- Tað hongur ikki saman fíggjarliga, at flyta so nógvar tónleikarar til Danmarkar, men eg var til fótbóltsdyst í Írlandi saman við konuni, Evy, og tá rendi eg meg í Magna Arge. Prátið kom so inn á tónleikatiltakið, sum eg hevði hugsa um, og tá beyð Magni Arge sær at vera við, sigur Gudmund Djurhuus.
Atlantsflog hevur so sín egna bás á tiltakinum, men tað týdningarmesta er, at tónleikararnir sleppa niður fyri ein sámiligan prís.
- Tað er tí, at tað letur seg gera. Eg havi eitt samstarv við Atlantsflog og við Miðlahúsið, og í tí sambandi fer Rás2 at senda frá upphitingini í Føroyahúsinum fríggjakvøldið og frá tiltakinum leygardagin, sigur Gudmund Djurhuus.
Tónleikararnir hava eisini verið ógvuliga lagaligir at fingist við.
- Eg væntaði, at helvtin fór at siga nei, takk, men í staðin hava allir tónleikararnir verið positivir, og teir hava allir sagt ja til tiltakið, sigur Gudmund Djurhuus.
Talan verður um ein føroyskan hóp upp á 45 fólk, ið verða við á Femøren á Amager Strand.
Heðin setir Mítt Land
Leygardagurin, 28. september, verður føroyskur á Amager Strand burtur av.
- Matur og drekka verður alt føroyskt, føroyskur viðskeri og føroyskt øl. Tað verður ein dagur, har tað føroyska er í hásæti, sigur Gudmund Djurhuus.
Byrjað verður klokkan 13.30, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, setir Mítt Land.
- Eftir hetta verða trubadurarnir á skránni. Síðani verður tað country-showið, ið fer í gongd, sigur Gudmund Djurhuus.
Røður verða eisini hildnar á Mítt Land. Eitt nú fer Magni Arge at siga nøkur orð, eins og Jóhan Dahl eisini verður at hoyra.
- Vit hava eisini onnur innsløg enn bara tónleik. Eitt nú fara Pipar og Salt at hava eina framførslu á Mítt Land, sigur Gudmund Djurhuus.
Mítt Land hevur fráboða, at eitt loyniligt navn fór at verða kunngjørt.
- Tað navnið er Kári P., ið hevur játtað at verið við í tiltakinum, sigur Gudmund Djurhuus
Og navnið á festivalinum er nakað serligt, sum Gudmund ætlaði at fáa ein spildurnýggjan sang til.
- Eg hugsaði um fleiri føroyskar sanghøvundar, og um hvussu teir kundu gjørt ein sang til tiltakið, men so datt eg fram á sangin, sum Frændir spældi inn fyri fleiri árum síðani, sigur Gudmund Djurhuus.
Innsungin av nýggjum
- Eg ringdi so til Rana Nolsø og tosaði við hann um møguliga at spæla sangin innaftur av nýggjum, og tað var ja, áðrenn hálvtalað var orð, sigur Gudmund Djurhuus.
Lagið var síðani innspælt og sungið av nýggjum í Bloch Studio við Hans Poulsen sum produsara.
- Har vóru Rani Nolsø, Steintór Rasmussen, Terji Rasmussen, Jens Marni Hansen og onnur, sum so sungu lagið inn av nýggjum, sigur Gudmund Djurhuus.
Sangurin hevði júst røttu orðini, sum Gudmund hevði ímynda sær, og nýggja innspælingin hóskar tí rættiliga væl til Mítt Land.
- Nýinnspælda lagið verður so sungið av øllum luttakarunum á palli á miðnátt, tá tiltakið á Femøren á Amager endar, sigur Gudmund Djurhuus.
Frá 13.30 og heilt fram til miðnátt verða framførslur á Femøren, og tað skal ganga skjótt fyri seg við pallskiftum.
- Tað verða í mesta lagi fimm minuttir settir av til luttakararnar at skifta pall, so tað verður ein gjøgnumgangandi framførsla frá tí, at festivalurin byrjar, til hann endar á miðnátt, sigur Gudmund Djurhuus, ið stendur sum fyriskipari av Mítt Land.










