Tað sigur Ernst Jacobsen, fráfarandi stjóri í Arbeiðsloysisskipanini.
Hóast eginognin síðstu árini er tødnað úr smáum 750 milliónum niður í góðar 300 milliónum, so vísir Ernst Jacobsen aftur, at hann eftir sjey árum í stjórastarvinum fer av einari søkkandi skútu.
-Nei, vit hava havt stórar avbjóðingar síðstu árini, ikki minst húsagangurin hjá Faroe Seafood merktist, sigur Ernst Jacobsen og minnir á, at eginognin alla tíðina hevur verið ætlað at brúka í ringum tíðum.
Í dag eru millum 1200 og 1300 fólk arbeiðsleys, og við verandi arbeiðsloysi klárar ALS at fóta sær fleiri ár fram, sigur Ernst Jacobsen.
Ernst Jacobsen var gestur í tíðindunum á Rás2 á middegi. Hoyr samrøðuna her: