Sum tíðin fer, so sáldar minnið skuggaløturnar burturfrá. Og ein gleðist meir og meir, í sínum stilla sinni, yvir tey hissini framtøk, sum tá í løtuni – ikki tyktust at vera so nógv verd í dagsins meldri – í mun til onnur tyngri tøk og átroðkandi mál í kvøldannar seiga og seina tíma.
Mong munandi framtøk, ið komu, sum: ringvegurin, nóg mikið av og reinsað drekkivatn úr Villingadali, havnarvíðkanin, svimjihøllin o.s.fr.
Men so hini:
Sandstrondin í Sandágerði kennist bæði frálík og fjálg, ár um ár, síðani hon í 1980’unum vendi kærkomin aftur til Sandáarósan - serliga hjá spælandi børnum og mammum teirra í summarsins sól. Og sandurin har úti er bæði víðari og betri nú, enn hann var, táið hann varð tikin burtur og hvarv, sum ífylla til betong í sambandi við hospitalið í 1922. Og restin fór seinni til líknandi endamál.
Hóskandi húsanøvn eru komin aftur á flestu húsini úti á Reyni: Skrivarastova, Dalólastova, Mettustova, í Tranti, Boyggjastova, í ovara og niðara Kina o.s.fr. Og hetta er at gleðast um, soleiðis at hesin rákin ikki bara hvørvur úr lokalsøgu høvuðsstaðarins, sum ein hugbirtandi søguligur og tekkiligur »húsroykur« tó hongur uppi í.
Meistaraverkið – bæði í dygd, stødd og teksti – bókin: »Tann deiliga Havn« eftir Villiam Heinesen/ John Davidsen við framúrskarandi tekningum av Ingálvi av Reyni kom tá útaftur. Ein fragd fyri øll at dvølja við - ella bara at blaða í.
Klokkutornið
í Havnar kirkju spælir síni sorgblídnu løg fyri ung og eldri: - at dagurin hallar og at stóra fossinum dregur - og hetta fyri pengar frá gamla »Nótafelagnum« (sum als ikki hevði nakað við musikk at gera, men við horvnan veiðireiðskap frá gamlari tíð). Peningurin fór til at skifta niðurslitna mekaniska klokkuverkið út við nútíðar tøku og teknisku hentleikar.
Listaskálin slapp virðiliga at vaksa inn í Plantasjuna eftir makaleysa sorlið - av ódnunum um árskiftið í 1988/89.
Ótýddliga økið á Glaðsheyggi við sandi, hyljum og kolarestum er vorðið eitt nossligt parkeringspláss við standmyndum og útsýni (økið er langtíðarleigað frá landinum).
Og gøturnar fram við ánni í Hoydølum verða nú væl vitjaðar í sambandi við tey tilráddu rørslu-heilsu-átøkini til bata fyri likam og sál (ja, lat tað verða sagt her, at ein kennir ogn í býargartnaranum Tóra í Hoyvík (í Kvívík?), sum við lættari hond í tekning og teksti - og ikki minst við hepnum handalagi - fekk tey hálvvaksnu arbeiðsleysu undir »kreppuni« í 1990’unum at fáa avrikað hetta gøtukervið undir Svartafossi. Hetta bæði við hegni og humori (sum Tórur ikki hevur frá fremmandum. Og so er tað sagt eisini -.)
Bátahavnin undir Skálatrøð og sermerkta umhvørvið í Vágsbotni – sum nú er komið enn longur á leið við Müllers pakkhúsi seinni o.m.a.
Men, merkiligt er tað tó, sum Skansin (sum eitt forfjónað barn) verður gloymdur – eitt nú bara við litaðum perum á Ólavsøku. Skansin sum tó er eitt symbol – hóast ikki so vinnandi – um Magnus Heinason í uml. 1585 og onnur seinni, sum tó høvdu ein dreym um, ja: »We Shall Overcome …«(!) Ella nakað sovorðið.
Men var hetta nakað?
Og eitt hjartasuff - ella kanska eitt heldur krímsett hugarensl - at enda: man tíðin vera farin frá tí einsama og trónandi »Kongaminninum«, og man tað vera nakar, sum vitjar hetta løgna fyribrigdi?
Og kennist eisini nøkur serstøk ogn í storknaðu standmyndini av »norska sjómanninum« í Plantasjuni, nú ið vit eiga so evnaríkar myndhøggarar í landinum?
Reykjavík hevur sínar »Kjarvalstaðir«, sum, bæði høg og lág, fremmand og heimlig, kunnu og eiga at at vitja, og har kunnu fáa sær ein bita og gleðast yvir tað besta av landsins heila-, handa- og hugakynstri.
Hvat nú um vit – eitt nú har á einum av hesum støðunum ella aðrastaðni á býnum – gjørdu einar »Ingálvsstaðir« og/ella »Williamsstaðir«, hesir báðir – sum við samdari samtykt í býráðnum - vórðu tilnevndir heiðurslimir býarins. Hóast tann fyrrnevndi - sær sjálvum so líkur - bar seg »strangliga« (!) undan hesum bæriliga heiðuri -. Og hetta bleiv honum eftirlíkað. (Ingálvur, Ingálvur, Havnin verður ikki aftur tann sama, eftir at hann er farin - .)
Og á hesum staði kundi so funnist tað besta av føroyskum kunsti: myndir gjøgnum tíðina frá Mikinesi, Ingálvi og øllum hinum góðu. Eisini standmyndir, ja - og hví ikki - tær bestu tekningarnar eftir eitt nú Ingálv, William og Óla P. eisini?
Tað kundi verðið ein landsogn, sum bar av øllum, bæði tiltrongd og til gleði fyri alt fólkið í dagsins og lívsins andróðri.
17.11.2009