Mítt kríggj er liðugt

Tað vakti stóran ans, tá fyrrverandi IRA-yvirmaðurin Martin McGuinness mikudagin boðaði frá, at hann er liðugur at berjast við bretar, og at hann nú heldur fer at virka fyri friði í Norðurírlandi.

Orðini hjá fyrrverandi IRA-yvirmanninum hava vakt ans, tí í Norðurírlandi hevur tað verið vanlig hugsan, at Martin McGuinness framvegis er millum fremstu talsmenninar hjá IRA. Men í einari sjónvarpssending segði McGuinness, at hann er farin burtur úr IRA.
Martin McGuinness var kenslumálaráðharri í norðurírsku savingarstjórnini, til bretska stjórnin koyrdi stjórnina frá herfyri.