Suðuroyar Sparikassi í Havn er fluttur longur niðan í N. Finsensgøtu, frá nr. 7 til nr. 31, har sparikassin nú heldur til í nýggjum stásiligum hølum. Í hesum sambandi var almenn móttøka fríggjadagin 8. september.
Lars Djurhuus, formaður í umboðsráðnum, og Rúni H. Johannesen, deildarleiðari í Havn, søgdu nøkur orð í sambandi við móttøkuna. Eisini var ein gávukekkur upp á 20.000 krónur latin Blá Krossi Føroya, ið er ein av nærmastu grannunum hjá sparikassanum.
Lars Djurhuus segði eitt sindur um søguna hjá sparikassanum, hann segði m.a. at undir seinna heimsbardaga var tað heilt skilligt, at tørvur var á einum peningastovni í sunnaru helvt av Suðuroy, tí eingin peningastovnur var í oynni uttan Føroya Banki, ið hevði deild á Tvøroyri. Einki vegasamband var tá millum Vág og Tvøroyri, so trupult var hjá fólki í sunnaru helvt av oynni at fáa avgreitt síni peningaviðurskifti, tá eingin peningastovnur var.
Á vári í 1943 varð kallað saman til fundar í Vági við tí endamáli at kanna eftir, um møguleiki var fyri einum peningastovni í sunnaru helvt av Suðuroy. Úrslitið varð, at Suðuroyar Sparikassi gjørdist veruleiki og byrjaði sítt virksemi 1. oktober 1943.
Eitt av høvuðsendamálum sparikassans var at veita lán til sethúsabygging í Suðuroy, og hevur hann í hesi skjótt 63 árini verið ein høvuðsstuðul til, at suðuroyingar og nú eisini fólk norðan fyri Suðuroyarfjørð hava fingið høvi til at seta føtur undir egið borð.
Deildin í Havn læt upp í september 1998. Hjá Suðuroyar Sparikassa arbeiða tilsamans 22 fólk. Umframt høvuðsdeildina í Vági og deildina í Havn er eisini ein deild á Tvøroyri, sum lat upp 27. januar í ár.









