Hýrurin er framúr góður í gulu og svørtu leguni. NSÍ viðhaldsfólkini eru á veg norðuryvir. Tað er ein langur snórur av bilum at síggja á landsvegnum. Í fleiri kvøld í vikuni hava tey vant koyringina, so tað er eingin trupulleiki.
Eingin móttøka var fyrireikað, áðrenn NSÍ hópurin og viðhaldsfólkini fóru úr Runavík. Tað vil kortini ikki siga, at tað ikki verður skipað fyri móttøku.
Tað sigur borgarstjórin Tórbjørn Jacobsen, sum sjálvur er á veg inneftir:
-Tað verður við býráshúsið, at vit savnast. Talan verður um familjutiltak. Foreldur hava saman við børnum verið á Tórsvøll og sæð NSÍ vinna steypafinaluna, og tað er ein góður máti at enda henda dagin, at familjurnar hittast frammanfyri býráðshúsið og fagna spælarunum, venjarum og hjálparfólkum, tá ið hópurin verður við hús aftur. Ætlanin er at senda fýrverk upp, sigur Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri, og hann heldur fram:
-Hátalarar verða í løtuni riggaðir til. Veðrið er av tí fagrasta, so tað mesta fer at ganga fyri seg uttandura. NSÍ verður heilsað av kommununi og býráðnum. So gangi eg út frá, at onkur fer at siga nøkur orð vegna NSÍ, og vónandi fara vit at hoyra málið í óføra venjaranum eisini.
Á in.fo varð fylgt við gongdini í finaluni
http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match