Móttøka verður í kvøld klokkan 19

Í samband við, at bakarin á Sandi gevst, bjóða allar kommunurnar í Sandoynni til móttøku í Virkinum í kvøld.

Allar kommunurnar í Sandoynni bjóða nú til móttøku í Virkinum á Sandi í kvøld, 30. september.

 

Tiltakið verður fyriskipað í samband við, at hjúnini, Anfinn og Karin í Soylu, nú gevast at baka, og í hesum sambandi vilja kommunurnar í oynni heiðra hjúnini fyri trúgva og drúgva tænastu.

 

Anfinn var bert 15 ára gamal, tá hann fór í læru í Havn sum bakari, og í 1971 lótu hann og konan, Karin, upp bakaríið á Sandi, sum tey hava rikið øll hesi seinastu 45 árini.

 

Í kvøld verður so skipað fyri móttøku fyri hjúnunum báðum, og tiltakið byrjar í Virkinum á Sandi klokkan 19.