Móttøka
Leygardagurin verður ein stórur dagur hjá hvalbingum og suðuroyingum í síni heild. Tá koma skipini, sum felagið TG Fish síðsta heyst keypti frá Føroya Banka, á Hvalba.
Skipini eru nú á veg úr Danmark, har serliga hevur verið hugt at motorunum. Ein partur stóð fyri klassing, og nýggju eigararnir hava gjørt tey ting, sum gerast skulu – eisini nakað frammi í tíðini.
Hvalbiar kommuna fer leygardagin at skipa fyri móttøku og borgarstjórin, Otto Vest, fer at halda røðu.
Aðru ferð
Otto Vest hevur sitið í bygdaráðnum síðan ár 2000, og í fjør summar gjørdist hann borgarstjóri, tá Levi Niclasen tók seg aftur.
Á seinasta kommunuvali varð hann afturvaldur, og nú situr hann sum borgarstjóri í nýggja bygdaráðnum.
- Tá Sjagaklettur kom á Hvalba fyri umleið seks árum síðan, helt eg eisini eina røðu. Tá var eg formaður í trivnaðarnevndini, sigur Otto Vest.
Hann ivast onga løtu í, at Navarin og Borgarin fara at fáa stóran týdning fyri økið – ikki bara fyri Hvalbiar kommunu, men fyri alla Suðuroynna.
- Vit eru sera fegin um, at tað eydnaðist at keypa skipini til Suðuroyar, leggur hann aftrat.
Nýggj nøvn
Nakað av forvitni og spenningi hevur sjálvandi verið um, hvussu gomlu Navarin og Borgarin fara at kallast, nú teir eru vorðnir partur av fiskiskipaflotanum í Suðuroy.
Hóast skipini enn ikki eru komin til bygdar, kunnu vit avdúka, at tey vera heimahoyrandi í Hvalba, og nýggju nøvnini eru Hamranes og Breiðanes.
Tað er felagið P/F Sjagaklettur, sum er størsti einstaki eigari í nýggja felagnum TG Fish – og næststørstur er eitt felag í Scrabster í Skotlandi.
TG Seafood, sum rekur fiskavirkið í Hvalba, er eisini við, og um hetta felag er Delta Seafood á Tvøroyri partur í keypinum.
Talið av partaeigarum í TG Fish er út við fimmti, og reiðari verður Mikkjal Hammer.










