Leygardagin hin 18. februar - tað er í morgin - verður móttøka á Landingarmiðstøðini á Tvøroyri.
Móttøkan, sum verður fyriskipað í sambandi við 10 ára stovningardag felagsins, verður frá klokkan 11-15.
Tað er stjórin á LMT, Landingarmiðstøðini á Tvøroyri, Niels Olaf Eyvindsson, sum vegna fyritøkuna bjóðar til móttøkuna.










