Móttøka á Strandferðsluni

Í morgin, fríggjadagin, er almenn móttøka á Strandferðsluni í samband við, at stovnurin nú er fluttur og virkar á Tvøroyri. Smyril broytir ferðaætlan í hesum sambandi Fyrrapartin, frá kl. 9;00 til 12;00, er almenn móttøka, har fólk kunnu vitja stovnin. Seinnapartin, frá kl. 13:00 til 15:00, er móttøka fyri innbodnum.

Smyril hevur broytt ferðaætlan fríggjadagin í samband við móttøkuna. Smyril fer ikki, sum vanligt, av Havnini klokkan 13, men ístaðin er fráferðin framskundað til klokkan 11:00.

Tórshavnar Bigband, sum skal spæla konsert í Suðuroynni, spælir ætlandi eisini umborð hendan túrin.