Felagið bleiv stovnað av Tórshavanar Kommunu og SEV í 1988. Endamálið við felagnum er at veita fjarhita í Tórshavnar Kommunu og at gagnnýta avlopshitan frá Kommunalu Brennistøðini á Hjalla og elverkinum á Sundi. Í løtuni hevur Fjarhitafelagið 450 brúkarar, sum fyri tað mesta eru húsarhald í Hoyvíkshaganum. Nettosølan hjá felagnum er 3,6 milliónir krónur árliga.
Jóannes Hansen í Havn tók við sum stjóri í felagnum í 1990. Jóannes er ættaður úr Søldarfirði, hann er útbúgvin maskinverkfrøðingur við skipasmíð sum sergrein, og arbeiddi við fjarhita í Danmark, áðrenn hann fekk starv hjá Det Norske Veritas í 1965. Hann arbeiddi í Danmark, til teir fingu sína egnu skrivstovu í Føroyum í 1968. Tá bleiv hann leiðari hjá Det Norske Veritas í Føroyum. Hetta starv røkti hann, til hann tók við sum stjóri í fjarhitafelagnum. Hann var formaður í Orkuráðnum frá 1979, til ráðið bleiv tikið av fyrst í 90-unum. Jóannes er 68 ára gamal, nú hann leggur frá sær.
1. mars 2004 tók Hans Christian Dam í Havn við sum stjóri í P/F Fjarhitafelagnum.
Hans Christian er 44 ára gamal og havnarmaður. Hann er útbúgvin sum bilmekanikari, maskinmeistari og maskinverkfrøðingur.
Eftir at hann varð útbúgvin sum maskinverkfrøðingur í Odense, arbeiddi hann frá 1989-91 arbeiddi sum verkfrøðingur hjá ráðgevandi verkfrøðingafelagnum, Rambøll, í Keypmannahavn, har hann serliga arbeiddi innan fjarhita.
Hann hevur arbeitt sum maskinmeistari hjá SEV, og sum lærari á maskindeldini og økisleiðari á Tekniska Skúla í Havn.
Eitt skifti í 1999/2000 arbeiddi hann sum verkfrøðingur hjá Tórshavnar Skipasmiðju.
Síðan oktober 2002 hevur hann arbeitt sum verkfrøðingur hjá Fjarhitafelagnum.
Stjórin í Fjarhitafelagnum hevur um hendi dagligu leiðsluna av felagnum og skal saman við starvsfólkunum skipa fyri nýgerð og rakstri av felagnum umframt dagligu fyrisitingina. Somuleiðis skal stjórin taka lut á nevndarfundum og samstarva við formann felagsins.









