Í dag millum klokkan 15 og 17 heldur nýggja Rás 2 móttøku í Pegasus í Klaksvík Fríggjadagin var móttøka fyri nýggju Rás 2 í Miðlahúsinum í Vágsbotni, og seinnapartin í dag letur Pegasus hurðarnar upp fyri gestum úr Norðoyggjum og Eysturoynni.
Jonhard Hammer, stjóri í S/pf Miðlavarpinum, sigur, at við hesum ynskir nýggja rásin undirstrika, at hon ikki verður ein Havnar-rás, men ein rás fyri allar føroyingar.
Móttøkan í Pegasus byrjar klokkan 15, og Rás 2 fer at senda beinleiðis frá móttøkuni fram til klokkan 17.
Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur stjórin í Miðlavarpinum.