Móttøka og fernisering

Fríggjadagin 9.juli verður móttøka og fernisering hjá Nordisk Håndskomageri & Design í Sjúrðargøtu 10 í Havn, har Helene Stjernholm designari og Janus D.Guttesen teknari sýna fram.

Helene Stjernholm designar skógvar og sýnir fram sínar tekningar og nýggjar skógvar, sum hon hevur designað.


Janus D.Guttesen hevur fernisering av seks tekningum, ið síggja út sum sonevnd koparstikk í gomlum stíli. Tekningarnar vísa hvussu skógvar hava verið gjørdir og umvældir frá miðøld og til okkara dagar. Tekningarnar eru í A3 stødd og skulu hanga sum prýði á

skómakaraverkstaðnum.


Móttøkan og ferniseringin verður 9. juli frá kl. 15-17.30.