Í sambandi við at neystið er endaliga liðugt, verður almenn móttøka fyri øllum áhugaðum frá kl. 17-19, har høvi verður at síggja kappróðrarbátarnar, venjingarhølini og veitsluhøllina, ið kann brúkast til ymisk tiltøk so sum brúdleyp, føðingardagar og samkomur av ymsum slag. Ætlanin er at gera eina venjingarmiðstøð við nýmótans venjingarútgerð, har ið øll hava møguleikan at halda seg í form undir góðum umstøðum.
VÍF hevur í mong ár havt ætlanir um at savna øll steypini fyri t.d. hondbólt, kappróður og badminton hjá felagnum á einum stað, og verður tað nú veruleiki. Í sambandi við móttøkuna verður skipað fyri steypamóttøku, soleiðis at steypini, sum í løtuni standa heima hjá teimum ymisku ítróttarfólkunum, kunnu latast inn hendan dagin.