Móttøka á Hvonn: Tummas Jakobsen pitsakokkur í 20 ár

Í sambandi við at Tummas Jakobsen hevur verið í starvi sum pitsakokkur í 20 ár, varð skipað fyri hátíðarhaldi á Hvonn í dag. Her vórðu starvsfólk og familja bjóðað til hugna og pitsa frá Eta.

 

Jenny A. Heiðunum, leiðari í Hvonn, ynskti Tummasi tillukku og takkaði fyri drúgva tænastu. Hon handaði honum eitt gávubræv. 

 

Tummas Jakobsen hevur gjørt pitsa til nógvar føroyingar eftir hondini, og fyri tveimum árum síðani gjørdi hann pitsa nummar 1.000.000. Hann veit, hvat føroyingum dáma og sigur, at føroyingar eru vanabundnir, tá teir eta pitsu.

 

- Vit hava havt nærum somu matarskrá øll árini. Onkuntíð hava vit roynt okkurt nýtt, sum til dømis at gera pitsur við heilt tunnum botni, men tað var lítil og ongin áhugi fyri tí, so tað fall burtur aftur. Føroyingar halda seg fyrst og fremst til pitsur við kjøti, skinku og pepperoni. Seinastu árini hevur tó kebabkjøtið gjørt eina veruliga innrás á pitsurnar, og í Eta er tað kebabpitsan, sum er toppseljari, sigur hann í samrøðu við in.fo.

 

Les samrøðuna við Tummas Jakobsen um hansara 20 ár sum pitsakokkur her: Pitsakokkur í 20 ár

 

Sí myndirnar frá móttøkuni á Hvonn niðanfyri.