Móttøka hjá postverkinum í Nólsoy

Fríggjadagin 15. februar skipaði Postverk Føroya fyri móttøku í Nólsoy fyri Onnu Thomsen, sum hevur lagt frá sær sum postboð

Anna Thomsen í Nólsoy hevur nú lagt frá sær sum postboð í Nólsoy. Hóast hon alment hevur verið postboð í 33 ár, hevur hon fingist við postútbering síðan einaferð fyrst í 40-árunum. Pápi Onnu, Jens Hansen, var postboð í Nólsoy í samfull 44 ár, og maðurin, Høgni Thomsen, tók síðan yvir poststarvið.


Postverk Føroya skipaði fyri móttøku fríggjadagin. Ritan sigldi eykatúr til Nólsoyar í hesum sambandi, og umboð frá Postverkinum vóru við til hátíðaløtuna, sum var í Magnussarstovu, sum er eitt av allarelstu húsum í bygdini og barnaheimið hjá Onnu, har hon er fødd og uppvaksin.