Í dag, fríggjadagin 11. apríl, verður móttøka í nýggju hølunum hjá Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn. Í sambandi við at bilfyritøkan Bilrøkt flytur í nýggjar virkisbygningar í Stiðjagøtu, verður móttøka, har skipað verður fyri ymiskum sum t.d. eini framsýning av serligum bilum og motorsúkklum, umframt at okkurt verður bæði til tey vaksnu og til børnini, t.d. verður ein pylsuvognur har, eins og annað gott verður at fáa.
Mánadagin 14. apríl verður fyrsti arbeiðsdagur í nýggju virkisbygningunum, har tilsamans níggju fólk koma at starvast.
Sp/f Bilrøkt hevur keypt tveir virkisbygningar upp á tilsamans 650 fermetrar, sum eru á einum 2.300 fermetra stórum øki í Stiðjagøtu.
Tað eru feðgarnir Heini og Jákup á Borg og Geir Wardum, sum eiga og reka Sp/f Bilrøkt.